Navn | Tekstur / Akkordir |
Navn | Tekstur / Akkordir |
3520%092 Jesus, barnavinur, ver +Dk. 35. Bf. 20. Bg. 29b. D–d. Jesus, barnavinur, ver, tú í dag ert staddur her! Tú, sum fegin boyggir oyrað, barnalovsongin at hoyra, gjarna tekur børn í favn – her vit koma í títt navn! 2. Signa børnini í dag, lat tú okkum kenna tað, at í náði tú teim møtir, leiðir tey á grønar fløtur og til vøtnini so still – sálina við ljósi fyll! *Ókent sálmaskald. {Lag: Danskt lag frá um 1840}.