Sangsavnið

6839 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hví júst eg, Harri, hvat hevur gjørt - 4 (3)

3142%010 Hví júst eg, Harri +The American Country Hymn Book I/bls. 52. B–b.
WHY ME.

Hví júst eg,
Harri, hvat hevur gjørt,
at tú signaði so
mína friðleysu sál?
Hví júst eg –
eg, sum livdi eitt lív
kensluleyst burt frá tær,
uttan mið, uttan mál?
Niðurlag: Hjálp mær nú, Jesus,
tí veikur eg eri.
Tú veitst, einki gott býr í mær.
Men tú hevur frelst meg,
við vissu tað veit eg
og halli meg trygt inn at tær.
2. Leið meg, Gud,
tí mítt ynski er nú,
at tú eiga skalt alt
– tað av røttum er títt.
Gev mær kraft
til at vera ein rødd,
sum kann tala um teg,
tú, sum alt gjørdi nýtt.

*Kris Kristofferson (Amer.), f. 1936.
*Øssur Berghamar, f. 1942, umyrkt.
{Lag: Kris Kristofferson}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi