3513%085 Hvussu brúkar tú teir ljósu +Ht. 351. M.A. 660. As–c. Løg til missiónssangbókina 119. G–h.
1080. Hvussu brúkar tú teir ljósu ungdómsdagar?
Sum tú sáar, skalt tú heysta, minst til tað!
Mangur gamal nú seg gremur sárt og klagar
um sítt ungdómslív, sum rann í synd avstað.
Niðurlag: Kom til Jesus, meðan enn tú verður rørdur,
nú tú hoyrir orðið um ein betri lut!
Kom nú, áðrenn tú so langt av leið ert førdur,
at tú orkar ei at venda tær til Gud!
2. Skal í trælabond tín andi lagdur verða?
Skal tín útsjónd verða merkt av synd og skomm?
Sáran angur skalt tú skjótt í barmi bera,
um tú lurtar ei, nú Harrin rópar: Kom!
3. Syndaleiðir gongur fjøldin av teim ungu;
Jesus eigur tó ein flokk, sum glaður er;
kom og gev tú honum hendur, hug og tungu!
Hann teg frelsir og frá synd teg frían ger.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Paul Dresser (Amer.), 1857–1906}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir