3516%088 Hvørji eru tey, sum frí og +S. 1021. K.S. 439. I.M.S. 268. M.A. 389. Es–g.
WASHED IN THE BLOOD OF THE LAMB.
946. Hvørji eru tey, sum frí og frelst vit sjá
syngjandi standa Harrans trónu hjá,
glað tær gyltu hørpur slá,
tváað í blóðinum?
Niðurlag: Frelst fór sálin heim í hin fagra, ljósa stað,
tváað í Lambsins dýra blóði;
har hon glað skal búgva hin endaleysa dag,
tváað í blóðinum.
2. Tað eru tey, sum her í ungdómstíð
lærdu at hvíla Jesu favni í,
stríddu her hitt góða stríð,
tváað í blóðinum.
3. Tað eru tey, sum her í sorg og neyð
søktu ta hjálp, sum Jesus teimum beyð;
sannleiksvegir gingu tey,
tváað í blóðinum.
4. Tað eru tey, sum liðu fyri hann,
sum teimum lív við krossins deyða vann;
nú tey einki saka kann,
tváað í blóðinum.
5. Glað nú tey ganga har við lívsins flóð,
krúnur tey bera, klæði hvít sum snjó;
har er friður, hvíla góð –
tváað í blóðinum.
*Tullius C. O’Kane (Amer.), f. 1830–1912.
{Lag: Tullius C. O’Kane}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir