Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hvør lukkuligt tað barn - 4 (1)

3630%068 Hvør lukkuligt tað barn +Egið lag (Ø.B.) ella: Ht. 194. H.S. 63. G–g.

Hvør lukkuligt tað barn,
av hjarta siga kann:
„Eg trúgvi, Jesu dýra blóð
til frelsu mína rann“!
2. Hvør lukkuligt tað barn,
ið hoyra vil Guds orð,
sum trýr Guds evangelium
og velur vísdóms spor!
3. Hvør lukkuligt tað barn,
ið tíðliga læra kann
Guds vilja gera fram um sín
og altíð æra hann!
4. Tann lukka ognist mær!
Tann lutur verði mín!
Eg trúgvi, Jesus, nú á teg,
eg gevi meg til tín!

*Ókent sálmaskald.
{Lag 1: Øssur Berghamar, f. 1942}.
{Lag 2: Ókent tónaskald}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi