3515%087 Hvør er tað gott at kenna Gud +M.T.Å.S. 514. Ht. 350. K.S. 555. E.S. 145. G–d.
HVOR ER DET GODT AT KENDE GUD.
1074. Hvør er tað gott at kenna Gud
í síni ungdómstíð,
at tæna honum, elska hann,
teim ungu døgum í!
2. Til grundar mangur ungur fer
á lívsins villa veg;
men eg av náði varð Guds barn,
í náði hvíli eg.
3. Og meðan mangur drívur burt
til deyðans myrka stað,
so eigi eg hitt lívsins ljós,
sum tey ei hava sæð.
4. Ja, meg bant Satans fangagarn,
hans megi helt mær fast;
men Jesus kom og tók meg upp,
og leinkjan harða brast.
5. Hav takk, áh, Jesus, at tú tók
ta tyngd, ið á mær lá,
enn meiri takk, at eg títt ljós
á ungum døgum sá.
6. Títt prís eg altíð syngja vil,
teg æra, takka tær,
at sál mín frelst úr synd og kvøl
á ungdómsdøgum varð.
*Jørgen P. Santon (Danm.), 1878–1944.
{Lag: Jørgen P. Santon}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir