Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hvar tú ert, og hvat tú gert - 4

3511%083 Hvar tú ert, og hvat tú gert +S. 1167. E–h.
ALWAYS SPEAK THE TRUTH.

Hvar tú ert, og hvat tú gert,
altíð sannleik sig!
Arbeið ella leikur bert –
altíð sannleik sig!
Set tær hetta eina mál,
grav tað djúpt í sinn og sál,
viljan herð sum blanka stál,
altíð sannleik sig!
2. Sannleikur frítt høvdið ber,
altíð sannleik sig!
Ljót og lúrin lygnin er,
altíð sannleik sig!
Hann ein ræddur trælur var,
sum úr knípu slepti sær,
bert við lygn; – nei, djarvur far,
altíð sannleik sig!
3. Fórt tú skeivur, treiskast ei,
altíð sannleik sig!
Sigurrík er sannleiksleið,
altíð sannleik sig!
Hann, sum fram við lygnum fer,
verri hann tað illa ger;
gakk tí beint og maður ver,
altíð sannleik sig!

*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi