Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hugsa nú á ungum árum - 4

3510%082 Hugsa nú á ungum árum +R.S. 559. F–c.

Hugsa nú á ungum árum
um tín Gud og skapara!
„Gev mær hjarta títt, mín sonur!“
Rópar hann til okkara.
Og um heimurin tær fagnar,
og um væl tær gongur her,
tað er skjótt alt yvirstaðið,
og bert deyðin eftir er.
2. Sælur hann, ið árla velur
sannleiks beina, greiða veg,
sum við heimsins klovnu brunnar
aldri mettan kennir seg,
sum seg tíðliga eyðmjúkt boyggir
fyri Gudi, hoyrir hann,
trýr á Harran Jesus Kristus,
fylgir honum – sælur hann!

{Lag: Charles C. Converse (Amer.), 1832–1918}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi