3507%079 Hin lærdi ber sín lærdóm +S. 1146. D–fis. R.S. 50. Praise 131. Es–g.
THE WISE MAY BRING THEIR LEARNING.
Hin lærdi ber sín lærdóm,
hin stóri sína stødd,
ein gull, ein mátt, ein heilsu
og ein sítt klóka høvd!
Hvat offur skal nú Jesus
frá okkum smáu fá?
Vit ongan lærdóm eiga
ei gull – hvat fær hann tá?
2. Eitt hjarta, sum hann elskar,
ein munn, sum tøkk fram ber,
eitt sinn, sum trúfast roynir
hans vegir kenna her;
og meir enn nakað annað
skal hetta gleða hann,
og eingin er so armur,
hann slíkt ei ofra kann.
3. Í skúla og í spæli
og heima hvønn ein dag
at tala og at liva,
sum Jesus hevði sæð –
tað eru gávur dýrar;
tá hann slík offur fær,
tá gleðist Jesu hjarta,
tí hann vár kærleik sær.
*Ókent sálmaskald.
{Lag 1: John P. Hullah (Ongl.), 1812–1884}.
{Lag: Samuel S. Wesley (Ongl.), 1810–1876}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir