3616%054 Harrin er mín hirði góði +Ht. 116. Ljómur og lag 47. As–c.
523. Harrin er mín hirði góði,
einki gott mær fattast tá.
Hann meg tryggan letur liggja
sínum grønu eingjum á.
Leiðir meg at hvíldarvøtnum,
lívgar mína troyttu sál,
og hann leiðir meg
á røttum veg
fyri navns síns skuld.
2. Og um eg so enn skal ganga
gjøgnum deyðaskuggans dal,
óttist eg tó ongum fyri,
tí tín hond meg leiðir væl.
Keppur tín og stavur ugga,
hvussu enn ið leiðin ber,
tí tú leiðir meg
á røttum veg
fyri navns tíns skuld.
3. Fyri mær tú reiðir borð títt,
meðan fíggindin tað sær,
tú mítt høvur salvað hevur,
og mítt bikar ov fult varð.
Einki uttan gott og náði
mær skal fylgja dag um dag,
og tú reiðir mær
bústað har
fyri navns tíns skuld.
*Brynleif Hansen, 1936–1970.
{Lag: Jens Guttesen, 1916–1996}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir