1. Harra Gud, títt dýra navn og æra
skal um allan heim í metum vera,
hvør sálin sæla,
hvør tungt má træla,
alt, sum kann mæla,
skal teg umtala
og æra.
2. Gud er Gud, um land alt legðist oyðið,
Gud er Gud, um menniskjan øll doyði,
um ættir fara,
um øldir snara,
blant stjørnuskara
skal ótømd vara
Guds grøði.
3. Høga høll og lága lon skal víkja,
jørð og himmal skulu bæði svíkja,
hvørt fjall, hvør sýna,
hvør tindur dvína,
men fram skal trína,
sum sólin skína
Guds ríki.
NS15 17 SFK 121. DK 158 ella Mb. 2004/80. Et. 213. Hjt. 124. DK 157.