3339%047 Guds náði meg ber, tá +Barnatro och Pärleport 11. E–gis.
DET ENDA SOM BÄR.
Guds náði meg ber, tá eingin vón er longur,
og ivi, ræðsla tyngja mína sál.
Og tá ið so heimurin ein dag forgongur,
av náði Guds eg havi nátt á mál.
Niðurlag: Ja, náðin meg ber, Guds endaleysa náði,
ígjøgnum Kristi blóð eg frelsu fái.
Bert hetta eg veit, og tað mín friður er:
Guds náði ber, Guds náði meg ber.
2. Av náði eg skal inn í Guds ríki stíga,
tí sálin bjargað er, halleluja.
Men deyða og bann mín Jesus mátti líða,
tá fyri meg hann hekk á Golgata.
*Lydia Lithell (Svør.), 1909–1957.
{Lag: Lydia Lithell}.
(Hanus M. Hansen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir