3904%Lívið er deiligt +| Byrja við niðurlagi |
Gud ynskir alt gott við mær,
eitt lív fylt við vón og trúgv,
og eg veit, at eg kann líta á hann,
mín vinur hann er.
Tryggur eg eri saman við Jesusi.
Niðurlag: Lívið er deiligt, lívið er gott;
gleðast eg kann um stórt og um smátt.
Jesus er mín – lívið hann gevur mær.
Sjálvt um eg møti mótgongd viðhvørt,
so veit eg, at hann sigur satt.
Hann gleðir meg, tí havi eg tað gott.
2. Gud ynskir alt gott við tær
– at geva tær vón og trúgv,
og eg veit, at hann koma skjótt skal,
so flyta vit heim
í ævir at búgva saman við Jesusi.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir