3598%036 Far nú á lívsins morgni +C.M.P. 617. Praise 456. R.S. 52. S. 680. B.H. 205. I.M.S. 163. E.S. 275. M.A. 105. A–e. Ella: Psalmisten 208. G–d.
GÅ NU I LIVETS MORGON.
1076. Far nú á lívsins morgni,
í føgru ungdómstíð
og keyp ta dýru perlu,
far, stríð hitt góða stríð!
Legg himmalskattin dýra
á sál og sinn so fast,
at ei hann burt kann trokast
av nøkrum her, sum sæst!
2. Far, meðan sólin skínur,
nú lætt títt hjarta slær,
far, áðrenn kraftin viknar,
og náttin kemur nær!
Sel alt og keyp hitt eina!
Ei fanst tú slíkt á fold,
um tú vanst kongakrúnur
og føgru, gyltu mold.
3. Far, áðrenn syndin dimmir
og fløkir tína leið!
Í dag og ei í morgin
keyp sannleik, sel hann ei!
Søk Gud á ungum aldri
og tíðliga vísur ver!
Far, Skaparanum stóra
eitt morgunoffur ber!
*Lina Sandell (Svør.), 1832–1903.
{Lag 1: George James Webb (Ongl./Amer.), 1803–1887}.
{Lag 2: J.M. Haydn (Eysturríki), 1737–1806}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir