3590%028 Ein so undurfull søga er søgd +R.S. 305. G–g.
Ein so undurfull søga er søgd
um ein fagran og skínandi stað,
har hvør gøta av gulli er løgd,
har er dýrd, sum ei vit hava sæð.
Niðurlag: :,: Fagra heim, ljósa heim,
har tey heilagu búgva so glað! :,:
2. Føgur, glitrandi hús eru bygd
til hvørt Guds barn á foldini her,
og av kærleikasólini skygd
eru øll, eingin skuggi har er.
3. Glað og syngjandi børn eru har,
skrýdd í klædningar, hvítar sum snjó,
Jesus her teirra frelsari var,
her tey kendu hans reinsandi blóð.
4. Til tann fagra og skínandi stað
tekur Frelsarin eisini meg;
eg hans bjargandi blóð havi sæð,
hann meg lærdi at trúgva á seg.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Joseph P. Webster (Amer.), 1819–1874}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir