Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ein gamal nekari, sum - 4

3588%026 Ein gamal nekari +THE SONG OF HAPPY JOE.

Ein gamal nekari, sum
glaði Jósup róptur varð,
hann undir síni svørtu húð
tó eitt snjóhvítt hjarta bar;
í smáttuni, har mamman
fyri honum mangan bað,
gav Jesusi hans hjarta,
og tá sang hann sama dag:
Niðurlag: „Áh, kom, kom til Jesus,
kom, kom, til Jesus,
kom bert, kom til Jesus,
hann tekur móti tær!
Ja, tú, sum syndatyngdur
og troyttur gongur har –
kom bert, kom bert til Jesus,
hann tekur móti tær!“
2. Mangt summarkvøldið Jósup
sína banjo tók og gekk
á bøin út og setti seg
og ein skara saman fekk
av nekarum, og tá so
Jósup komin var á glið,
at spæla, syngja, floyta,
sungu øll til endan við:
3. Og so ein dag ein eingil
eftir Jósup sendur varð,
og „hallelujatokið“ skjótt
upp í Himmalin hann bar;
og sum av jørð hann lyftist
heim í Kongsins gylta stað,
tey hildu seg at hoyra,
at hann sang við sama lag:

*Duncan McNeill.
{Lag: John McNeill}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi