Sangsavnið

6839 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ein fittur dreingjaflokkur - 4

3146%014 Ein fittur dreingjaflokkur +Ljómur og lag 41. G–durur.

Ein fittur dreingjaflokkur,
eitt vakurt gentulið,
tey syngja so søtt,
tey læra so skjótt
og spæla og renna so glað og løtt.
Og hesin káti flokkur og hetta glaða lið,
tey hoyra nú um hann,
hvørs blóð á krossi rann,
og sum smábørn frelsa kann – halleluja!
2. Ein frelstur dreingjaflokkur,
eitt bjargað gentulið,
tey syngja so søtt,
tey læra so skjótt
og ferðast mót Himli so glað og løtt.
Og hesin dýri flokkur
og hetta kæra lið,
tey vitna frítt um hann,
hvørs blóð á krossi rann,
at hann smábørn frelsa kann – halleluja!

*Z. Zachariassen, f. 1935.
{Lag: Jens Guttesen, 1916–1996}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi