3491%063 Ein barnavinur góður +S. 1130. Es–es. Ella R.S. 626. F–f.
Ein barnavinur góður
í himli høga býr,
ein vinur, sum ei svíkur
tað barn, ið á hann trýr.
Ei líkur mongum vini,
vit hava kunnu her,
tann vinur ber av røttum
tað vinarnavn, hann ber.
2. Eitt barnaheim so fagurt
í himli høga er,
har Jesus skjótt skal savna
tey børn, hann eigur her.
Ei nakað heim á foldum
kann metast javnt við tað;
har elska øll hvørt annað,
har eru øll so glað.
3. Ein krúna, dýr og føgur
í himli liggja man
til hvønn, ið elskar Jesus
og virkar fyri hann.
Skjótt skal hann koma aftur,
í hondum stundin er;
kom, barn, og trúgv á Jesus
og elska navn hans her!
*Ókent sálmaskald.
{Lag 1: Lag 1: Lowell Mason (Amer.), 1792–1872}.
{Lag 2: J.M. Haydn (Eysturríki), 1737–1806}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir