3154%022 Eigur tú tann vin +Ht. 54. G–h.
290. Eigur tú tann vin,
sum yvir øllum øðrum ber?
Kennir tú tann frið,
sum eina finst, har Jesus er?
Veitst tú, hvat tað er
at hvíla tryggur í hans hond,
ikki óttast bylgjurnar,
ið bróta tær í nánd?
Niðurlag: Hann gav lívinum innhald,
nú mín sál kann syngja frítt.
Hann gav lívinum innihald,
og hann fylti hjarta mítt.
Tú, sum friðleysur fjakkar um,
ongan útveg síggja kann,
kom og gev títt hjarta, títt lív til Frelsaran.
2. Einki metast kann
við lívið, tú í honum fært.
Hann teg leiða vil
so trygt ígjøgnum myrkrið svart.
Vraka tú tí ei
tann vinin, sum av øllum ber.
Lít á hann, so tú
til komu hans til reiðar er!
*Øssur Berghamar, f. 1942.
{Lag: Øssur Berghamar}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir