3489%061 Eg veit ein vin, meg elskar +Songs of Kings Highway, bls. 68. D–fis.
Eg veit ein vin, meg elskar,
elskar, elskar,
eg veit ein vin, meg elskar,
og tað er Jesus.
Hann elskar meg sunnudag, mánadag við,
er týsdag og mikudag við mína lið,
ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg
má Jesusi prísa; tí hann elskar meg!
2. Eg veit ein vin, meg verjir,
verjir, verjir,
eg veit ein vin, meg verjir,
og tað er Jesus.
Hann verjir meg sunnudag, mánadag við,
er týsdag og mikudag við mína lið,
ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg
má Jesusi prísa; tí hann verjir meg!
3. Eg veit ein vin, meg leiðir,
leiðir, leiðir,
eg veit ein vin, meg leiðir,
og tað er Jesus.
Hann leiðir meg sunnudag, mánadag við,
er týsdag og mikudag við mína lið,
ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg
má Jesusi prísa; tí hann leiðir meg!
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir