Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg síggi í trúnni landið ljóst - 4 (1)

3487%059 Eg síggi í trúnni landið +Ht. 30. H.S. 426. G–d.
DET HERLIGE LAND I TRO JEG SER.

10. Eg síggi í trúnni landið ljóst,
har sorg ei níva skal mítt bróst;
hin troytti har frið og uggan fær,
Guds børn eiga øll ein bústað har.
Niðurlag: Kemur tú, kemur tú
við til hitt friðarins land við mær?
Kemur tú, kemur tú
við til hitt friðarins sæla land?
2. Hitt fagra, hitt ljósa, glaða land,
av synd tað aldri myrkjast kann,
tær skínandi hallir skyggja har
í gulli, so langt, sum eygað sær.
3. Tað er, sum eg hevði longu sæð
ta dýrd, ið fyllir hin gylta stað,
hans glitrandi ljós og lívsins á,
og trøini vaksa ánni hjá.
4. Mær tykist at sjá tey frelstu við
av øllum fólkum – eitt fagurt lið –
í skínandi skrúði standa fró
og hevja eitt ævigt sigursljóð.
5. Hin glitrandi staður, høllin dýr
er heim mítt, har mín Faðir býr,
og sál mín fer skjótt til henda stað
at hvíla í ævir loyst og glað.

*Ókent sálmaskald.
{Lag: Ókent tónaskald}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi