Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg eri glaður, Guds orð sigur mær - 4 (1)


3485%057 Eg eri glaður, Guds orð +R.S. 671. N.R.H. 976. Praise 542. G.B. 685. G–d.
I AM SO GLAD THAT OUR FATHER IN HEAV’N.

390. Eg eri glaður, Guds orð sigur mær,
Jesus meg elskar og synd mína bar;
tó at mangt undurið har er mær talt,
Jesus meg elskar, er størri enn alt.
Niðurlag: Jesus meg elskar, tí gleðist eg,
hann elskar meg, hann elskar meg!
Jesus meg elskar, tí gleðist eg,
Jesus, hann elskar meg!
2. Jesus meg elskar, og eg elski hann,
kærleiki dreiv hann, tí blóðið hans rann,
kærleiki dreiv hann á Golgata træ –
jú, hann meg elskar, hann prógvaði tað.
3. Harí mín sál søtu hvíluna fann,
væl veit mær við, tá eg líti á hann;
Satan má flýggja, tá hoyra hann fær,
Jesus meg elskar og stendur mær nær.
4. Tá eg í Himli skal skoða mín Kong,
syngi í ævir eg einans ein song,
songin um Jesus, sum ofraði seg,
doyði og leið, tí hann elskaði meg.

*Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876.
{Lag: Philip P. Bliss}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi