3140%008 Eg eri endurføddur +S.O.F. 197. C.M.P. 254. D–durur.
I AM A NEW CREATION.
Eg eri endurføddur,
við Kristi blóði grøddur,
og í Guds náði standi eg.
Eg syngja kann við gleði,
tí eg fekk lív og megi,
og í Guds náði standi eg.
Tær, Jesus, prísi eg,
tú hevur signað meg,
eg syngja vil um alt, tú hevur gjørt.
Mítt hjarta, fylt av friði,
so tætt at tær er drigið,
tí í Guds náði standi eg.
2. Nýggjur skapningur eg eri,
ei fordøming longur beri,
í náði Guds eg standi nú.
Mítt hjarta flýtur yvir,
tí Jesus í mær livir,
í náði Guds eg standi nú.
Harri, tær eg prísa vil,
tær jú hoyrir æran til,
eg um øll stórverk tíni syngja vil.
Meg markleys gleði fyllir,
Guds Andi veg mín gyllir,
í náði Guds eg standi nú.
*Dave Bilbrough (Ongl.).
{Lag: Dave Bilbrough}.
(Øssur Berghamar týtt 1. vers og Flóvin Tyril 2.)
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir