Sangsavnið

7579 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Djarvur stíg á sannleiksleið - 4 (2)

3718%007 Djarvur stíg á sannleiksleið +S. 707. N.R.H. 970. B–d.
STANDING BY A PURPOSE TRUE (Dare to be a Daniel).

1004. Djarvur stíg á sannleiksleið,
ger tað, sum er rætt,
framá, vík í stríðnum ei,
men fast sum Dánjal statt!
Niðurlag: Torir tú sum Dánjal
eina standa her?
Torir sannleika tú fylgja,
hvørja leið tað ber?
2. Mangur sterkur maður sveik,
tá ið mest galt um,
tá hann sá hin harða leik
mót vreiðum fíggindum.
3. Goliat enn falla má
fyri tí, sum kann
eina her við Gudi stá
og líta bert á hann.
4. Halt tí sannleiksmerkið hátt,
tá ið stríðið brann,
stinnur statt, tá myrk er nátt,
og vinn, sum Dánjal vann!

*Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876.
{Lag: Philip P. Bliss}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi