Sangsavnið

7579 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Bíblian hin kæra, dýri skattur vár - 4 (3)

3716%005 Bíblian hin kæra +Hymns of Truth and Praise 221. G–h.
PRECIOUS HOLY BIBLE.

Bíblian hin kæra, dýri skattur vár,
ævinleikans Orðið grøðir sálarsár.
Boð hon ber frá Gudi, synd fordømir hann,
men við Kristi deyða øll hann frelsa kann.
2. Lív mær gevur Orðið, mettar mína sál,
veitir vápn til verju, ráð til dagsins mál,
hevur fjøld av lyftum, lýsir mær mín veg,
og í hvørjum tørvi hjálp har finni eg.
3. Ognist mær so Orðið, trúgv mín, mennist hon,
treingist trá til álit á Guds egna Son.
Tryggur í hans ørmum lýðin gerist eg,
vaksandi í náði gangi Harrans veg.

*Alfred P. Gibbs (Amer.), 1890–1967.
{Lag: Alfred P. Gibbs}.
(Sigurd Berghamar týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi