Sangsavnið

7363 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Allan vegin hann meg leiðir - 4 (2)

3570%008 Allan vegin hann meg leiðir +R.S. 445. N.R.H. 965. H.S. 69. St. 146. F–f. Ella: N.R.H. 613. Praise 375. C.S. 131. G.B. 293. As–c.
(Verður lag 2 nýtt, verða 2 vers sungin sum eitt).
ALL THE WAY MY SAVIOUR LEADS ME.

758. Allan vegin hann meg leiðir;
kann eg ynskja meir enn tað!
Kann eg ivast um hans kærleik,
sum meg leiðir dag um dag!
2. Himmalsk hvíld er við hans hjarta,
sjálvt tá stormar ýla mest;
tí eg veit, hvat enn meg hendir:
Tað, sum Jesus ger, er best!
3. Allan vegin hann meg leiðir,
hann mær gevur lívsins breyð,
gevur kraft til hvørja mótgongd,
troyst í sorg og hjálp í neyð!
4. Tá eg troyttur mangan snávi,
og tá tostin plágar meg,
fløðandi úr lívsins kletti
gleðistreymar finni eg!
5. Allan vegin hann meg leiðir;
men hann elskar meir enn tað:
Ævig hvíla mær er lovað
heima í hans ljósa stað.
6. Tá so síðsta stig er stigið,
farið er alt myrkt og kalt,
ævigt glaður skal eg sanna:
Jesus leiddi gjøgnum alt.

*Fanny Crosby (Amer.), 1820–1915.
{Lag 1: J.C. Bitthauer (Týskl.), 18/19. øld}.
{Lag 2: Robert Lowry (Amer.), 1826–1899}.
(P.W. Háberg týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi