1336%0648 Ver okkum hjá, tí +D.K. 179. E.H. 279. Bf. 94. Bg. 19. M.A. 390. g–d.
BLIV HOS OS, MESTER, DAGEN HÆLDER.
648. Ver okkum hjá, tí dagur hallar!
Í Emmaus varð sagt hin dag;
áh, uggan fyri sálir allar:
tú dvøldi, gjørdi hjørtu glað!
Guds Sonur, hoyr nú okkum her!
Bøn okkara hin sama er.
2. Við Anda tínum okkum styðja,
áh, Harri, hvørja kvøldarstund,
at rætta bøn vit kunnu biðja,
tá eygað falla skal í blund,
og eyðmjúkt játta fyri tær
hvønn brek og brest, sum tú best sær!
3. Dvøl okkum hjá við tíni gleði,
tá eydnusólin fer í kav!
Á sorgarinnar tunga degi
er troystin eina tann, tú gav;
at vita, at tú sigur ja
og ikki nei – tá uggar tað!
4. Hjá okkum ver, skal halla dagur
og enda lívsins stutta skeið!
Tá deyðans dapri skuggi ræður,
og vinahjálpin røkkur ei,
tá tørvar okkum teg at sjá,
tín milda hond má styðja tá!
5. Sit tá til borðs við okkum, Harri,
í Andanum, sum tú hin dag
í Emmaus komst teimum nærri
og gjørdi stúrin hjørtu glað,
so vit við tryggum, glaðum sinn
um forhangið tá skoða inn!
*Casper Johs. Boye (Danm.), 1791–1853.
{Lag: Georg Neumark (Týsk.), 1621–1681}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir