Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Vel fyri meg hin veg, eg ganga má! - 3

Vel fyri meg hin veg, eg ganga má!
Tí vegur mín vil ei hin besti vera
tín leið er best, og lat meg greitt tað sjá, lat ei ónýtta sorg mítt hjarta bera –
Vel fyri meg!
2. Vel fyri meg hitt kall, harí tú sært, eg best tær tæna kann og boð títt bera, harí eg ávøkst beri, toknist tær,
um lítil enn mín tænasta má vera –
Vel fyri meg!
3. Vel fyri meg hin stað, á Gud, hará eg standa skal, til tú meg heim vilt bera! Lat meg tað stríð, lat meg ta hvílu fá, sum kann meg gera til tað, eg skal vera – Vel fyri meg!
4. Vel fyri meg í tíni miskunn, Gud, hin kross, eg bera skal til tína æru, 1)
at teg eg eigi til mítt rós, mín lut,
og skammist ei við teg og tíni kæru – Vel fyri meg!
5. Vel fyri meg ta lukku, sum eg her kann tola, her í hesum sorgarlandi!
Og gev mær kraft, tá oman leiðin ber, og gev mær álit, tá er mestur vandi – Vel fyri meg!
6. Vel fyri meg ta stund, tá eg í frið skal heim til tín úr trongd og stríði fara tær har at lova við tilbiðilsi
í allar ævir við tí frelsta skara –
Vel fyri meg!
1) Matt. 16,24
Lina Sandell. Victor Danielsen.
Lag: Hj. 43. D-dur, fis.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi