132%0130 Tann, sum Jesus ikki kennir +R.S. 787. C.S. 651. D–a.
130. Tann, sum Jesus ikki kennir,
illa staddur er í dag;
tíðin burtur frá tær rennur,
Jesusi nú sig títt ja!
Niðurlag: Enn er náðihurðin opin;
hvussu leingi verður tað?
Eingin veit frá tí at siga;
tak mót Jesusi í dag!
2. Endaleys er heimsins gleði,
tíðin skjótt út runnin er,
tak mót hesum frelsudegi,
nú tað burt í myrkrið ber!
3. Spyr ei um, hvat verðin sigur!
Verðin kann ei hjálpa tær;
hoyr nú tað, ið Jesus biður:
Kom, tí tína synd eg bar!
4. Tíðin svinnur burt úr hondum,
fúka árini avstað;
loystur verður tú úr bondum,
um tú trúgva vilt í dag.
5. Um tú Jesus nú vilt velja,
aldri skalt tú angra tað,
sum Guds barn tú kanst teg telja,
alt tú vinnur tá í dag.
*Óli Reinert, 1887–1974.
{Lag: George C. Hugg (Amer.), 1848–1907}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir