Sangsavnið

7583 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tað er so gott at hugsa um - 4

3908%Tað er so gott at hugsa um +DET ER SÅ GODT.

Tað er so gott at hugsa um,
at mín Faðir er í Himli.
Hann góður er, hann elskar meg,
og hann fylgir mær á veg.
Hann kennir mínar tankar,
og hann veit um hvørja gerð,
Hann er mín Faðir, góður er, best í verð.
Niðurlag: Og hann vil alt tað besta við mær,
ynskir hvønn dag at vera mær nær,
ynskir hvønn dag at verja og varða meg hjá sær.

Tað er so gott at vita tað,
Faðir mín er altíð hjá mær.
Hann lurtar eftir míni bøn
hvønn ein dag, ja, hvørja stund.
Um okkurt er, sum tyngir meg,
mína bøn mín Faðir hoyrir,
Hann gevur troyst,
hann meg glaðan ger,
tað er gott.

*Anne Torill Thomsen (Noreg).
{Lag: Anne Torill Thomsen}.
(Anita Tausen føroyskaði).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi