Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Tú einki kanst gera til frelsu - 4

283%0280 Tú einki kanst gera til frelsu +Ht. 170. K.S. 236. B–f.
DU INTET KAN GJØRE TIL FRELSE.

280. Tú einki kanst gera til frelsu,
tí fullgjørt er alt, hon er tín;
hjá tær er at trúgva og takka,
og Frelsarin kallar teg sín;
tú syndina ikki kanst gjalda,
og keypast Guds náði ei kann,
tín frelsa er í einum øðrum,
og skuldina alla bar hann.
2. Ei kanst tú tær klædningin fáa,
sum Frelsarans brúður skal í;
bert blóðið kann gera teg reinan,
tú hvítur bert verður í tí;
ei hús kanst hjá Gudi tú keypa,
men alt fyri einki tú fær,
bert koma og taka tað ljóðar,
tí alt er til reiðar gjørt har.
3. Tú einki kanst gera at fáa
tær sess við ta himmalsku fest,
men rúm er av náði til reiðar,
og Harrin tær býður til gest;
her spyrst ei um, hvat tú kanst gera,
hann gjørdi tað alt einaferð;
ei spyrst um at royna og streva,
um trúnna bert spurt verður her.

*E. Giverholt (Noreg).
{Lag: Heinrich Ernst Gebhardt (Týskl.), 1832–1899}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).

NS15	1117	

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi