Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín favn!
Tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land! 2. Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
Alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land!
3. Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd,
so torir hon vága,
– av Gudi væl skírd –
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
Símun av Skarði.
Lag: LM. 175. -dur, .
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir