1320%0605 Tá sálin var mest í váða +Hjt. 262. I.M.S. 27. F–f.
DA SJÆLEN KOM DYBEST I VÅDE.
605. Tá sálin var mest í váða,
kom Jesus, og hon varð glað;
hann hevur meg arma náðað
við Golgata kross á knæ.
2. Mítt stolta, hástóra sinni
varð dømt, tá eg skilti tað,
at friðin eg eina finni
við Golgata kross á knæ.
3. Um vandar meg mangan hótta
hin tunga, hin dapra dag,
eg leggja kann burt mín ótta
við Golgata kross á knæ.
4. Um tyngdur er sárt mín hugi
av sorg, eingin hevur sæð,
at leita mær troyst eg dugi
við Golgata kross á knæ.
5. Hvar brotna teir pílar illu?
Hitt ónda, hvar lútar tað?
Hvar stillast teir tankar villu?
Við Golgata kross á knæ.
6. Hvar kann eg í øllum varða
mítt mót og ei missa tað?
Ei annað eg veit at svara:
Við Golgata kross á knæ.
7. Hvar finni eg mátt at liva?
Og stríðið, hvar vinnist tað?
Hvar leggi eg burt hvønn iva?
Við Golgata kross á knæ.
8. Ja, har bert eg ávøkst beri –
bert, bert á tí eina stað;
eg sigrandi, glaður eri
við Golgata kross á knæ.
*Anton Levinsen (Danm.), 1859–1920.
{Lag: J.P.E. Hartmann (Danm.), 1805–1900}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir