Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Syrgið ikki tey, sum sova - 4

1165%1151 Syrgið ikki tey, sum sova +D.K. 223. Bf. 120. Bg. 53. D–d.
SØRGER EJ FOR DEM, DER SOVE.

1151. Syrgið ikki tey, sum sova
við Guds friði moldum í!
Skjótt tey skulu Gudi lova,
lyft upp yvir neyð og stríð,
takka fyri lív av deyða,
prísa fyri streymin reyða,
sum úr Jesu hjarta rann;
teirra sál har frelsu fann.
2. Orðið okkum greitt jú sigur
til at ugga hjørtu mødd.
Harrin skjótt skal koma niður,
hoyrast yvireingils rødd;
øll tey deyðu, sum hann eigur,
stíga fyrst av grøv við heiður;
vit við teimum fara tá
upp at vera honum hjá.
3. Guds børn! Hvør ein ljósur morgun,
verdur mangan myrkan dag,
tá vit, loyst úr synd og sorgum,
savnast øll hjá Gudi glað,
honum tøkk og lovsong bera,
allar ævir saman vera,
sæl og trygg, úr trongdum loyst!
Minnist, tað er Harrans troyst!

*N.F.S. Grundtvig (Danm.), 1783–1872.
{Lag: Wolfgang Wessnitzer, (Týskl.), 1617–1697}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi