Sum skýggið í luftini fýkur,
og brátt einki eyga tað sær,
ja, hesum er syndarin líkur,
so skjótt endar lívið, men hvar?
2. Ein einans er grundin, ið heldur, tá stormur við ódn brestur á;
ei verður tann bygningur feldur,
ið grundaður er á Guds ráð.
3. Tann, ið her nú ikki vil byggja á grundina, Gud hevur lagt,
hann sælu Guds ei fær at síggja,
tí tað hevur frelsarin sagt.
4. Tann, sum ikki vil fara illa, má hjálp sær frá Jesusi fá,
tí syndin og verðin kann villa, so krossin vit ei kunnu sjá.
Johan Davidsen.
Lag: Hj. 372. C-dur, e.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir