Sangsavnið

7583 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Stríðið sannleiksstríð - 4 (1)

3680%118 Stríðið sannleiksstríð +N.R.H. 591. R.S. 388. S. 703. B–f.
SOUND THE BATTLE-CRY.

1017. Stríðið sannleiksstríð
Guds herklæðum í.
Mikið vápnagný
dynur nær.
Brynjað, gyrd og skødd,
takið hjálm á høvd,
spennið spong og vødd
og berjist har.
Niðurlag: Reisist, hermenn,
fylkist nú um merkið!
Reystir, treystir,
fremjið sigursferð!
Framá, heimá,
syngið hosianna!
Hetjan Kristus jú á odda er.
2. Fús vit herja á,
fíggindan vit slá,
málið brátt vit ná
fram á leið.
Hevjið svørð og skjøld
móti myrku vøld,
fyri Satans fjøld
vit lúta ei.
3. Gud, vár høvdingi,
tú Almáttugi,
lat herliðini
sigur fá!
Gev á hvørjum stað
kraft til hvørt eitt slag,
inntil síðsta dag
vit heima stá.

*William F. Sherwin (Amer.), 1826–1888.
{Lag: William F. Sherwin}.
(Z. Zachariassen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi