540%0533 Søt og sæl eru Harrans orð +R.S. 177. Praise 128. S. 357. G–h.
SØDT OG SALIGT ER HERRENS ORD.
533. Søt og sæl eru Harrans orð,
undurfull lívsins orð,
hann við orðinum reiddi borð –
undurfull lívsins orð!
Einki kundi metta
hjartað uttan hetta.
Signaðu orð,
lívsælu orð,
undurfull lívsins orð!
2. Leingi søkti eg lívið, har
sum eg tó einki fann,
visti ei, at tað var mær nær,
sá ei, at keldan rann,
visti ikki, at orðið
lívið hevði mær borið.
Himmalsku orð,
heiløgu orð,
undurfull lívsins orð!
3. So ein dag Harrans orð eg fann,
sum mær til frelsu varð;
lívið longu á fold eg vann,
sælu í ævir har;
alt hitt gamla er svunnið,
frelsu havi eg vunnið.
Tað ger Guds orð,
lívsæla orð,
lívsins hitt dýra orð.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876}.
(V. Danielsen týddi úr donskum).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir