Sjá, nú stígur sólin av havsins brú,
loft og bylgjur glógva sum brandar nú,
kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt.
2. Anda vil eg frítt nú í fróum lag, syngja Gudi lov fyri ljósan dag, takka fyri morgun, sum sælu ber,
og so ganga glaður til dagsins gerð.
3. Takka góðum Gudi, sum sól mær gav. Sál og likam lætna, nú nátt er av,
myrkur burtur hvørvur, og sorgin fer,
tá eg tryggur sigi: Tín vilji ver.
4. O, at eg kann fevna teg, fagra dag, tú, sum mær í sál skapar fragdarlag, nevna teg við nøvnum, mær dýr og fín: móðir, systir, elskaða, kærleiki mín!
5. Ljóshav aftan ljóshav í himin inn, lotið haðan leikar mær lætt á kinn,
eins og ljósið haðani andað varð –
lov, alfaðir, skapari, veri tær.
6. Lat meg bara fara um havið svart, móti grøv at stevna eg havi lært: lívsins Gud meg leiðir til lívs við sær, ei skal deyðans hond kunna halda mær.
7. Sjá, tá stígur sólin av havi ný, deyðans dimmi hvørvur um ævitíð. Sælur sigurssongur um himna lond:
ljósið logar ævigt á lívsins strond!
Jacob Knudsen 1891. Mikkjal D. á Ryggi v. 1-3, Johs. Andr. Næs v. 4-7.
Lag: DK. 372. C-mol, c. Hj. 66. F-dur, a.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir