1951%Mong á síni lívsins leið +IF NOBODY LOVES YOU CREATE THE DEMAND.
Mong á síni lívsins leið,
hvønn dag møtast her,
onnur sjáldan hitta ein,
kanska einaferð,
øll tey hava ynski – tørv,
og onkur geva má,
virka kærleiksbandið nú
til hjørtu hjarta frá.
Niðurlag: Um eingin teg elskar, vís kærleikans ond,
ver tú ei næstur at rætta út hond,
fyrstur vís eitt smíl, og við næstan knýt tú bond,
um eingin teg elskar, vís kærleikans ond.
2. Fátæk, rík og stór og smá
hittast foldum á,
hendingar og tíðin tey
samantvinna tá,
menn og kvinnur, gomul, ung
og børn við sama borð,
ja – at elska næsta mín
meg biður Harrans orð.
*Gary S. Paxton (Amer.), f. 1938.
{Lag: Gary S. Paxton}.
(Arnfinnur Setberg týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir