Sangsavnið

7386 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mangt er, sum her niðri tyngir - 4

1922%Mangt er, sum her niðri tyngir +Ljómur og lag 72. F–c.
Fagnaðarsongur (Jubilee march). Hornorkestur Frelsunarhersins 50 ár.

Mangt er, sum her niðri tyngir,
mangt er, sum nívir hart:
Fíggindans sváru stingir,
vinir, teg hava sært!
Prísa tó Gudi!
Minst allar vælgerðir hans!
Hann tínum luti
stýrir og gevur ans!
Niðurlag: Lyft trúarveingir
hátt móti ský!
Syng fagnaðarsangir
Andanum í!
Syng hosianna,
hjarta og sál!
Syng halleluja!
Himmalin er várt mál!
(Himmalin er várt mál!)
2. Hann tína synd fyrigevur,
grøðir tey sjúku sár,
loyst teg úr grøv hann hevur,
turkar tey beisku tár!
Krýndur við náði –
yngjast sum ørnin tú skal;
signing tú fái,
sál tín er mett og sæl!

*Z. Zachariassen, f. 1935.
{Lag: Jens Guttesen, 1916–1996}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi