1936%Mín Gud, mín Gud, hví ert tú +As–es.
| SÁLMUR 22. |
Mín Gud, mín Gud, hví ert tú farin frá mær,
langt burt frá mær, Gud, ert tú, frelsa mín.
Um dagin einki svar eg fái frá tær,
á myrku nátt eg rópi, Gud, til tín.
2. Eg eri vorðin maðkur, ikki maður,
hvør ein, ið sær meg, háða, gálva man:
Teg sjálvan frels, um Gud, sum øllum ræður,
nú nakran tokka til tín hava kann.
3. Í gómum mínum tungan føst vil loða,
sum pottabrot upp tornar máttur mín.
Teir halda fragd at mær, tá teir meg skoða,
í deyðans dust nú søkkur Sonur tín.
4. Teir hava stungið meg í hendur, føtur,
og klæðini teir býta millum sín.
Kom mær til hjálpar hesar sváru løtur,
ver ei langt burtur, Harri, styrki mín.
5. Øll tit, ið óttast Harran, honum prísið,
sum yvir synd og deyða sigur vann.
Ja, syngið honum lovsong, heiður vísið,
áh, ættir fólkanna, tilbiðið hann.
*Hákun Djurhuus, 1922–2006.
{Lag: Hákun Djurhuus}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir