1910%Lurta, hoyr ein boðskap góðan +F–c.
Lurta, hoyr ein boðskap góðan,
hoyr, hvat Jesus býður tær,
tú, sum ferðast heimsins leiðir,
Jesus bjóðar hvílu hjá sær.
Niðurlag: Sannan frið hann tær skal veita,
himmalskt lív hann gevur tær.
Tann, ið á hann her vil trúgva,
ævigt lív frá honum fær.
2. Hann, sum tekur heimsins byrðar,
hann, sum bond at loysna fær,
hann, sum sjálvan seg læt ofra,
og sum alla synd heimsins bar.
3. Legg títt lív í Jesu hendur,
lít á hann, sum vón tær ber,
lat hann leiða gjøgnum lívið,
tí tá verður signað tín ferð.
*Árni Jacobsen, f. 1951.
{Lag: Torkil Mørkøre, f. 1969}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir