1902%Lívið nýtt mær varð givið +F–durur.
Lívið nýtt mær varð givið,
tá meg Frelsarin fann,
og so leingi, eg livi,
vil eg tilbiðja hann.
Hann er nær allar staðir,
kennir leið mína væl.
Eg kann kalla hann faðir,
trygt hann leiða meg skal.
2. Orð hans sál mína leskar,
føði finni eg har,
rødd hans frið til mín teskar,
hond hans trygt heldur mær.
Hann, ið føðir og klæðir,
og meg ber hvønn ein dag,
eg kann kalla hann faðir
og mín sál vera glað.
3. Hann er hjá mær í royndum,
veika barn sítt hann sær,
bønin, biðin í loyndum,
verður hoyrd uppi har.
Tá ið myrkrið meg ræðir,
tá ið lívið ger ilt,
eg kann kalla hann faðir,
og hann sigur: Ver stilt.
4. Hann við blóði meg keypti,
dýri Frelsari mín,
hann mær ongantíð slepti,
og hann kallar meg sín.
Skjótt teir lívsælu staðir
eg skal flyta upp til,
tá mín himmalski faðir
heim sítt barn kalla vil.
*Øssur Berghamar, f. 1942.
{Lag: Øssur Berghamar}.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir