Lívið í Gudi er friður og sæla,
einki á jørð metast kann javnt við tað;
betur enn muður er førur at mæla,
tá ið vit kenna hans kærleik og náð; dýrgripur annar ei finnist á foldum,
ið ikki týnist og følnar ein dag. – Jesus, vár frelsari, reis upp úr moldum, tí kann av sonnum mín sál gerast glað.
2. Mangur í verðini fann sína gleði, gloymdi har Gud sín og syndara vin; oftani syndin fekk á teimum megi, bundin tey blivu í huga og sinn.
Men, tá ið Jesus fær leinkjurnar slitið, forða ei longur tey fjøtrandi bond; hann kann tey grøða av syndanna biti, einki kann slíta tey út úr hans hond! 1)
3. Frelsari kæri, varðveit tú tey ungu, so tey ei villast av frelsunnar veg,
leið tey og legg teimum lovsong á tungu, lær tey at síggja í andanum teg,
vís teimum dýrd tína nú sum í forðum; tú ert tann sami og hevur enn mátt sálir at draga, so tey verða borin
upp um hitt lága til sæluna hátt!
4. Himnanna faðir, vit í tínum hondum eru sum leirið; tú mynda oss má,
til vit eitt sinn skulu hvørva í moldum; uppreist vit verða av tínari náð,
við teimum frelstu í einglanna líki lovsyngja honum, ið alt gjørdi væl,
prísa Guds lambi, ið vann okkum ríkið. Um allar ævir vit tá vera sæl.
1) Jóhs. 10,28.
Fía Ole-Jacobsen.
Lag: Lth. 63. Es-dur, b. Hj. 694. D-dur, d.
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir