173%0171 Kom, syng tey góðu tíðindi +R.S. 129. S. 355. St. 114. C–g.
SALVATION!.
171. Kom, syng tey góðu tíðindi,
sum grøða hjartasár,
um fría frelsu, fullan frið,
eitt Harrans náðiár!
Niðurlag: Um frelsu, um frelsu
vit skulu tala her,
ja, frelsu, ja, frelsu
Guds náði okkum ber!
2. Hin syrgjandi skal fegnast nú,
í ljós skal broytast nátt,
og fangar skulu frælsi fá,
hin deyði livna brátt.
3. Nú syngið hátt ein gleðisong
um Jesu kærleika!
Og blind, tey skulu fáa sjón
og skilja frelsuna.
*Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876.
{Lag: Philip P. Bliss}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir