Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Kom, friður av himni, í hjørtuni inn - 4

1869%Kom, friður av himni +S.F.K. 190. A–e. Ella: 36 sálma- og sangløg 23. G–d.

Kom, friður av himni, í hjørtuni inn,
Guds dýrd til tey smáu á foldum,
og grøð tey sjúku í sál og sinn’,
sum særdust av syndanna voldum.
2. Kom, kærleikans Andi, sum vársólin blíð,
ið kveikir upp lívið á vali,
og birt í barminum bjartari tíð,
sum sýnist í verki og talu.
3. Kom, rættlætis Andi, og leið okkum so,
at trúgvin í hjartanum brennur,
og flyt úr barmi tey trúnaðarboð,
ið Faðirin fagnar og kennir.
4. Tá tagna tey tár, sum í sorgtungu stund
so nívandi boygdu til jarðar,
og sálin søkir hin friðsæla fund,
har Faðirin barninum svarar.

*Louis Zachariasen, 1890–1960.
{Lag 1: Lag: Knút Olsen, f. 1945}.
{Lag 2: Ámundur Berthelsen, f. 1935}.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi