Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus hevur bók í Himli - 4

3894%Jesus hevur bók í Himli +M.T.S.S. 147.
JESUS HAR EN BOK I HIMLEN.

Jesus hevur bók í Himli,
skjótt hon full av nøvnum er,
nøvn av øllum fólkasløgum,
eisini úr Føroyum her.
Børn úr India og Kina,
ja, úr Kongo, Japan við.
Eg skal møta teim í Himli,
tá ið bókin verður full.
2. Jesus ger ein stað til reiðar,
skjótt er fult til síðsta pláss,
fólk av øllum tungumálum,
sum seg boygdu við hans kross.
Øll tá syngja sama lovsong,
øll tá tala sama mál.
Eg skal vera við í Himli,
tá ið hurðin verður læst.
3. Songur skal í Himli ljóða,
milliónir syngja har.
Songurin, hann er um Lambið,
sum á krossi dripið varð,
um tað dýra Jesu blóðið,
sum burt tekur alla synd.
Ja, eg vera skal í Himli,
har sum songur ljóða skal.

*Elsa Emanuelsson (Svør.).
{Lag: Elsa Emanuelsson}.
(Hanus M. Hansen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi