Sangsavnið

7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hvør mangt eitt lambið gongur - 4

290%0287 Hvør mangt eitt lambið gongur +R.S. 631. I.M.S. 275. K.S. 59. E.S. 127. Es–b.
THE STRAYING SHEEP.

287. Hvør mangt eitt lambið gongur
á myrku fjøllunum
í hungri og í kulda
so langt frá hirðanum!
Í tornum varð tað fangað,
tá gleðin vunnin var,
og eiturkend var blóman,
sum vakrar litir bar.
Niðurlag: Áh, lat okkum lambið søkja,
sum á deyðans leiðum er!
Áh, hvør gleði, ein dag
kunna siga tað:
Hygg, hitt vilsta lamb er her!
2. Ja, hvør vil lambið søkja?
Hvør elskar Jesus so,
at gjøgnum stríð og offur
hann ber tey gleðiboð?
Ja, um so nógv tað kostar,
hvør vil tó halda á
at leita upp hitt falna
og heim hitt vilsta fá?
3. Hvør vil sítt egna gloyma,
ei spyrja, hvat er lætt,
men leita upp hitt lambið,
sum er í vanda statt?
Tí enn, enn Jesus bíðar,
enn hurðin opin er,
hann hyggur eftir honum,
sum lambið vilsta ber.
4. Hvør dýrdligt, um á kvøldi
eg siga kann við hann:
Her er títt lamb, áh, Harri,
sum eg á fjøllum fann!
Ja, sælur hann, sum líður
við evangelium
og breyð sítt lata fara
vil eftir vøtnunum!

*Ellen M.H. Gates (Amer.), 1835–1920.
{Lag: Robert Lowry (Amer.), 1826–1899}.
(V. Danielsen týddi).

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi