450%0444 Hvør kærleiki mót syndarum +R.S. 436. S. 21. N.R.H. 875. B.H. 26. C–c.
BEHOLD, WHAT MANNER OF LOVE.
444. Hvør kærleiki mót syndarum
av Gudi vístur er,
at tað, sum var fortapt, fortapt,
til síni børn hann ger!
Niðurlag: Áh, hvør stóran kærleika,
hvønn kærleika vár Faðir víst mót okkum hevur,
at vit, at vit skulu nú
eiga hetta navn: Hans børn!
2. Ei longur langt av leið, men nú
ígjøgnum blóðið nær
og fagnað í tí elskaða,
vit eru Gudi kær.
3. Nær Jesus kemur, er ei kent,
og hvat vit verða tá,
men at vit verða honum lík,
og sum hann er hann sjá.
4. Og tann, sum eigur hesa vón,
hann reinsar sjálvan seg;
men verðin kennir ei títt fólk,
hon kennir ikki teg!
*Robert Boswell (Skotl.), 1746–1804.
{Lag: James McGranahan (Amer.), 1840–1907}.
(V. Danielsen týddi).
Sang.fo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir