• Sangsavnið
  • Høvundarnir
  • Um sang.fo
  • Arbeiðsgongd
  • Samband
  • Stuðlar

Sangsavnið

Leita
7582 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hoyr! Teir føgru songir ljóða - 4

1330%0634 Hoyr! Teir føgru songir +Egið lag. F–a. Ella Ht. 49. Bk. 106. D.K. 165. Bf. 83. A–a.

634. Hoyr! Teir føgru songir ljóða;
hoyr! Tey gyltar hørpur slá,
tala um ta náði góða,
sum tey funnu foldum á.
2. Hygg! Tey sæl og frígjørd standa
um hitt guddómshásæti,
frelst úr sorg og neyð og vanda,
ævigt loyst úr syndini.
3. Hygg! Tey hvítan búna bera,
aldri syndin dálkar hann;
prýdd við sigurskrúnu verða,
sum Gudslambið teimum vann.
4. Eingin hiti plága kann tey,
hungur, tosti er ei har;
Harrin, sum til lívið vann tey,
veitir teimum dýrd við sær.
5. Veiki fótur stígur stinnur,
hjartað ongan ótta ber,
heiður allar ævir vinnur
tann, sum vanvirdur var her.
6. Lambið skal tey ævigt leiða,
tæna honum skulu tey,
tjald hann yvir tey skal breiða,
grátinum hann tagna beyð.
7. Frelsa er hitt evnið sæla,
ið tey ævigt syngja um,
broytt er heimsins sorgartala
tá til fragd í Himlinum.

*Anna Shipton (Ongl.), 1815–1901.
{Lag 1: Eyðun á Lakjuni, f. 1959}.
{Lag 2: L.M. Lindeman (Noreg), 1812–1887}.
(V. Danielsen týddi).

            




Sang.fo



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
-
+
Tónastigi

Nýggjastu sangirnir

  • Skap í mær eitt reint hjarta
  • Á kvøldartíð ein vinur - 1
  • Eg veri heppin / I can be happy.
  • Uttan teg var tøgnin tóm - 2
  • Vit eru nú so hjartans glað, (halleluja) - 4
  • Við songarstokkin móður - 4
  • Ver eitt himmalljós í heimi - 4
  • Velli fram (í hjartanum) - 4
  • Undurfult navn títt er, Jesus - 4
  • Tú ert so glaður - 4
  • Tá møður í Salem til Jesus smábørn bóru - 4
  • Tann, ið ikki eigur Jesus - 4
  • Tann, ið hevur trúgv, tann, ið hevur trúgv - 4
  • Tað er so gott at hugsa um - 4
  • Mín Harri um oyðuna finnur veg - 4
Bókað

Test í Bókað (3)
2015 - Nýggja Sangbók Guds Fólks (4)
1990 - Sálmabók Føroya Kirkju (1)
1976 - Songbók Guds Fólks (1)
1952 - Songbók Guds Fólks (1)